Ein stór uppgáva bíðar føroyska manslandsliðnum, sum fríggjadagin møtir Slovakia á útivølli. Kortini ikki ein uppgáva, sum Géza Dávid Turi ber ótta fyri – heldur tvørtur ímóti
——————
Seinnapartin mánadagin hevði Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, allar mans tøkar, og síðani hava tvær venjingar verið á Tórsvølli, áðrenn fráferð til Slovakia tíðliga mikumorgunin.
Tað er nummar eitt ímóti nummar tvey í bólki C3 í UEFA Nations League, sum møtast á Košická Futbalová Aréna fríggjakvøldið klokkan 19:45. Slovakar hava vunnið sær tíggju stig eftir fyrstu fýra umførini, meðan Føroyar eru á øðrum plássi við fýra stigum.
Aftaná venjingina mánakvøldið fekk FSF Varpið orðið á Géza Dávid Turi. Stríðsmaðurin úr Grimsby Town FC sigur millum annað, at honum dámar væl avbjóðingina at vera undir trýsti, og at spæla dystir, tá nógv stendur upp á spæl.