HM undankapping: Føroyar – Georgia 1-0 (0-0)
Óluva Allansdóttir Joensen stóð ein góðan dyst í føroyska málinum, og við fleiri góðum bjargingum var hon ein av lyklunum til, at kvinnulandsliðið vann á Georgia.
Aftaná dystin fekk FSF varpið orðið á landsliðsmálverjan, ið, sum vera man, var ógvuliga glað fyri sigurin.




