Hann hevur spælt hvønn minutt higartil í UEFA Nations League, og hóast eina harða dystarskrá og eina langa ferð til Kasakstan, er Gunnar Vatnhamar klárur til ein dyst afturat
——————
Eftir eina langa ferð úr Føroyum umvegis Keypmannahavn lendi føroyski hópurin seint leygarkvøldið í kasakiska høvuðsstaðnum Astana, har fjórði dysturin í hesum UEFA Nations League umfarinum verður spældur týsdagin klokkan 15:00 á Astana Arena.
Ferðin og tættpakkaða dystaskráin seta sjálvandi síni krøv. Fýra dystir upp á ellivu dagar er nógv fyri allar spælararnar, men fyri Gunnar Vatnhamar hevur arbeiðsbyrðan verið heilt serlig. Verjuskansin hevur verið á vøllinum allar minuttirnar í teimum trimum dystunum higartil, og hevur verið ein av hornasteinunum í føroysku verjuni.
Kortini er eingin ivi at hóma hjá 31 ára gamla miðverjanum. Í samrøðu við FSF Varpið sigur Gunnar Vatnhamar, at kroppurin hevur tað gott, og at hann er til reiðar til 90 minuttir afturat.