Tað verður eitt heldur øðrvísi landslið, sum seinni í mánaðinum kemur til Føroya at royna seg ímóti okkara U19 gentum og U19 dreingjum
——————
Føroyskur fótbóltur fær eina óvanliga vitjan, tá bæði U19 gentur og U19 dreingir úr sámisku økjunum í Norðurnoregi, Finnlandi og Svøríki seinni í mánaðinum leggja leiðina til Føroya.
Í Føroyum skulu sámarnir spæla fýra dystir. Genturnar møta føroyska U19-landsliðnum tvær ferðir, meðan dreingirnir skulu spæla ein dyst móti U19-landsliðnum, og ein dyst móti U18 dreingjunum hjá HB.
Sámar, ella Sámafólkið, heldur til í Sápmi, sum er eitt stórt landaøki í Norður-Evropa, ið fevnir um partar av Noregi, Svøríki og Finnlandi. Sápmi er ikki eitt sjálvstøðugt land, men tey hava sína egnu mentan, søgu og siðir, og hava eisini sítt egið mál, sum stórur partur av fólkinum tosar.
Hósdagin 29. januar
Kl. 15:00 Føroya – FA Sapmi (U19 dreingir)
Kl. 17:00 Føroyar – FA Sapmi (U19 gentur)
Leygardagin 31. januar
Kl. 11:00 HB – FA Sapmi (U18 dreingir)
Kl. 13:00 Føroyar – FA Sapmi (U19 gentur)




