Í næstum fer UEFA at seta sjóneykuna á fótbóltsumhvørvið hjá teimum, ið bera brek. FSF er við í kanningini, og aftaná verða føroysku svarini grundarlag fyri arbeiðinum at betra um umstøðurnar her heima


Hvussu eru atkomumøguleikarnir hjá teimum, ið bera brek, til fótbóltsvøllirnar kring landið? Og hvussu kann trivnaðurin við vøllirnar gerast betri?

Í næstum fer UEFA undir at kanna hesi viðurskifti.

Kanningin verður gjørd í øllum 55 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, og fyri Fótbóltssamband Føroya verður uppgávan at fáa so nógv sum tilber at svara einum spurnarskema, ið UEFA hevur gjørt.

Tá innkomna tilfarið er blivið viðgjørt og greinað, fær FSF eina serskilta frágreiðing við føroysku svarunum, sum síðani verður grundarlag fyri at arbeiða víðari við.

Svarini, ið koma úr Føroyum, fara at geva okkum innlit í, hvussu fólk, ið bera brek, uppliva fótbóltsumhvørvið í Føroyum, og hvat kann gerast betri.

Øll kunnu taka lut í spurnakanningini – eisini avvarðandi – sum á ein ella annan hátt bera brek. Í hesum førum merkir tað alt frá at sita í koyristóli, at vera deyv ella tunghoyrd, blind ella at hava ringa sjón, at hava ADHD, epilepsi ella aðrar neurologiskar ella sálarligar avbjóðingar.

– Freist at svara: Hósdagin 29. mai 2025
– Tíð at svara: Umleið 20 minuttir
– Mál: Bert á enskum. Men vegleiðing er á fyrstu síðu, um ynski er at nýta sjálvvirkna týðing (t.d. til danskt)

Luttak í spurnarkanningini her
https://www.surveymonkey.com/r/DisabledFansSurvey2025

Á UEFA.com ber til at lesa mera um kanningina
https://www.uefa.com/news-media/news/0298-1da29a55c377-f6ed0842c0da-1000–collecting-insights-on-disabled-fans-experiences-in-europe/

Spurningar ella viðmerkingar til kanningina kunnu vendast til Elin Sofía á Tjaldradløtti Vestergaard, [email protected].

Takk fyri tína tíð og stuðul – øll svar gera mun!

FÓTBÓLTUR FYRI ØLL – ALT ÁRIÐ – ALT LÍVIÐ