Seinastu tvey vikuskiftini hevur FSF skipað fyri M2-málmansvenjaraskeiði. Fyrri parturin var í Vági, meðan seinni parturin av M2-skeiðnum varð hildin í Havn. Fimm luttakarar gjøgnumførdu skeiðið

Í døgunum 17. og 18. november var Marghøllin í Vági karmur um fyrra partin av M2-málmansvenjaraskeiðnum, sum Fótbóltssamband Føroya seinastu tvey vikuskiftini hevur skipað fyri. Seinni parturin av skeiðnum varð hildin í Havn 24. og 25. november.

 

Fimm luttakarar gjøgnumførdu skeiðið hesaferð. Undirvísarar vóru fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen.

 

– Tað er av stórum týdningi, at vit eisini fáa fleiri útbúnar málmansvenjarar. Endamálið er sjálvandi at okkara málverjar gerast betri, men eisini at gera tað soleiðis, at venjingarnar hjá málverjum úti í feløgunum verða skipaðar betri, sigur tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

M2 er hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá FSF, og er tilsamans 40 tímar. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, har dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum.

Málið við M2 skeiðinum er millum annað, at luttakararnir skulu læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing, læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing, fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin, nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin og nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing.

 

Teir fimm, ið fingu M2-prógv hesaferð, vóru Tróndur Vatnhamar, Predrag Markovic, Heðin Stenberg, Magnus E. Poulsen og Óli Djurhuus.