Leygardagin 15. februar 2020, klokkan 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn
Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 15. februar 2020, klokkan 13:00 í FSF-húsinum við Tórsvøll í Havn.
Hetta er samstundis aðalfundur nummar 42, síðani felagsskapurin varð settur á stovn 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 41 ár komandi ár.
Fundurin verður sambært lógum felagsins.
Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
November 2019