Leygardagin 16. februar 2019, klokkan 13:00, verður aðalfundur nummar 41 hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 16. februar 2019, klokkan 13:00 í FSF-húsinum við Tórsvøll í Havn.

 

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 41, síðani felagsskapurin varð settur á stovn 13. Januar í 1979, og sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 40 ár komandi ár.

 

Fundurin verður sambært lógum felagsins.

 

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin. 

Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánaða áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

 

Av tí at starvsnevndarval er annaðhvørt ár, verður val til starvsnevndina hesaferð. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali á komandi aðalfundi.

 

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

November 2018