Tann 12. september 1990 verður ongantíð gloymdur. Hendan dagin varð føroysk søga skrivað í Landskrona í Svøríki, har fótbóltslandsliðið vann 1-0 í EM-undankappingardysti ímóti Eysturríki

——————

Mikudagurin 12. september í 1990 fer altíð at standa sum ein stórur varði í føroyskari ítróttarsøgu. Hendan dagin fyri júst 30 árum síðan spældi fótbóltslandsliðið við monnum sín fyrsta dyst í einari EM- ella HM-undankapping.

Mótstøðuliðið var Eysturríki, sum fyrr um summarið hevði tikið lut í HM-endaspælinum í Italia. Gamaní komu eysturríkarar ikki víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, har teir vóru í bólki saman við Italia, Kekkoslovakia og USA. Men talan var um eitt sterkt lið, og av fleiri var tað mett sum ørskapur, at Føroyar bjóðaðu so stórum fótbóltstjóðum av.

Men nú vendist ikki aftur. Klokkan seks um kvøldið mikudagin tann 12. september 1990 stóðu Toni Polster og Gerhard Rodax, ið vóru sáttmálabundnir við stórfeløg í Spania, og aðrir fulltíðar yrkisleikarar, hinumegin miðlinjuna – til reiðar at vinna stórt á føroysku amatørunum.

Í Føroyum var støðan ein heilt onnur – streymslit, og fyrstu løtuna visti eingin, hvussu leikur fór á Landskrona Idrottsplats í Svøríki. Men tá eitt gott korter var spælt, kom streymurin aftur, og myndin kom á flestu sjónvarpsskíggjarnar, ið um hetta mundi vóru kring landið.

Og restin er søga, ein sólskinssøga fyri Føroyar og føroyskan fótbólt. Føroyska landsliðið vann 1-0 við máli sum Torkil Nielsen skoraði í 61. minutti, og tiltikna húgvan hjá Jens Martini Knudsen bleiv verðinskend.

Ikki bara heima á klettunum varð nógv tosað um sigurin á Eysturríki, men sum eitt snarljós fór úrslitið kring allan heimin, og verður enn tann dag í dag mett sum ein tann størsta sensatiónin í altjóða fótbólti.

Tillukku til okkum øll, ið hava áhuga og varða av føroyskum fótbólti, við 30 ára degnum.

Aftasta rað f.v.: Abraham Løkin (fyrr Hansen), Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, Tummas Eli Hansen, Torkil Nielsen og Mikkjal Danielsen. Miðrað f.v.: Jákup Simonsen, liðleiðari, Bjarni Joensen, liðleiðari, Poul Enok Hansen, Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Kári Reynheim og Páll Guðlaugsson, venjari. Fremst f.v.: Jan C. Dam, Julian Hansen, Gunnar Mohr, Jóannes Jakobsen, Jens Erik Rasmussen og Magni Jarnskor