Seinastu tíðina hevur FSF skipað fyri trimum dómaraskeiðum, og tilsamans 29 nýggir dómarar hava luttikið

——————

– Hetta er hugaligt. Tað er altíð brúk fyri nýggjum dómarum, og at so nógvir hava verið á skeiðunum, sum vit hava hildið higartil í ár, fegnast vit sjálvandi um, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í alt hevur FSF higartil í ár skipað fyri trimum dómaraskeiðum. Í februar mánað varð skipað fyri skeiðnum, ið kallast “FSF Dómarin” – tað er grundskeið, sum endar við próvtøku – og tá vóru í alt 11 luttakarar. Skeiðið tekur 20 tímar, og dentur verður serliga lagdur á ástøðiliga undirvísing, undirvísing á vølli og videodøming.

Síðan varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiðunum fyrst í apríl mánað. 11 luttakarar vóru á C-skeiðnum, meðan átta luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum.

Kravið fyri at taka C-skeiðið er, at viðkomandi hevur tikið “FSF Dómarin”, og hevur verið virkin sum dómari í eitt ár. Tey, ið hava fingið prógv sum C-dómari, fáa møguleikan at taka B-dómaraskeiðið, og kunnu eftir tað døma dystir í Betri Deildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum.

Luttakarar á skeiðnum “FSF Dómarin”
Otto Dam Vang
Marius Dam Vang
Rói R Hansen
Høgni Louisson Poulsen
Hannis Dalheim Rasmussen
Sverri Ellingsgaard
Høgni Madsen
Jóhan Eliasen
Rógvi á Lakjuni
Gunnar E. Sivertsen
Ingi Johannessen

Luttakarar á C-dómaraskeiðnum
Ronni Granddal
Heini Poulsen Hellisdal
Súni Fríði Johansson Hansen
Nicusor – Cristian Matica
Arnar Lognberg
Benjamin Erlandsson Tvørfoss
Andras Fredriksberg
Edvard Djurhuus
Benjamin Grønagarð
Annfinn Hjaltalin

Luttakarar á B-dómaraskeiðnum
Henning Erhardsson Joensen
Allan Mouritsen                                              
Hanus Johannessen                       
Jógvan Vest                       
Gunnar Christiansen                      
Jonn Sólheim Thomsen                 
Leivur Zachariassen                       
Jógvan Klakstein

Luttakararnir á C- (ovara myndin) og B-dómaraskeiðunum (niðara myndin) hjá FSF, sum vórðu hildin leygardagin 3. apríl – Mynd: www.FSF.fo