Í besta fótbóltsveðri varð um vikuskiftið skipað fyri Fótbóltsskúla í Gundadali í Havn, har umleið 260 børn og ung luttóku
——————
Sjálvt um tokan lá tjúkk yvir høvuðsstaðin og Gundadal fríggjadagin, so órógvaði hetta als ikki tann fyrra dagin av ársins fyrsta Fótbóltsskúla, sum FSF og HB skipaðu fyri um vikuskiftið.
Leygardagin var mest sum klárur himin og sólskin, og tey umleið 260 børnini og ungu hugnaðu sær óført báðar dagarnar í allar besta fótbóltsveðri, við nógvum stuttligum spølum og venjingum.
– Seinastu tvey árini hevur eingin Fótbóltsskúli verið, orsakað av korona, so tað er ordiliga deiligt at vera í gongd aftur. Og eg haldi, at børnini hava sakna hetta tilboðið, tí undirtøkan fyri fótbóltsskúlaum í Havn var sera góð, og tilmeldingin til hinar, ið vera seinni í summar, hevur eisini verið góð, sigur Christina Ravnsfjall, samskipari hjá FSF.
Fríggjadagin byrjaðu venjingarnar beint eftir døgurða, og vant varð til klokkan fimm, og leygardagin vóru luttakararnir í gongd frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan trý seinnapartin.
Venjingarnar vóru skipaðar á Ovara vølli, á Niðara vølli og á Tórsvølli, og sum heild eydnaðist alt avbera væl, og øll fingu nógv burtur úr – bæði luttakarar og hjálparfólk.
Tríggir aðrir Fótbóltsskúlar eru á skránni seinni í summar. 1. og 2. august á Svangaskarði á Toftum, og 4. og 5. august verður Fótbóltsskúli Inni í Vika á Argjum. Og eina viku seinni, fríggjadagin 12. og leygardagin 13. august er 07 Vestur vertur fyri Fótbóltsskúla á Dungasandi í Sørvági.
Enn eru nøkur pláss eftir á Fótbóltsskúlunum á Toftum, á Argjum og í Sørvági. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen