Seinni parturin av B3-venjaraskeiðnum varð um vikuskiftið á Toftum, og tá skeiðið endaði fingu 20 luttakarar prógv

——————

– Tað er altíð hugaligt, tá nýggir venjarar leggjast afturat, so vit eru sjálvandi glað fyri ta góðu undirtøkuna, sum B3-skeiðið hevur havt, sigur ein av undirvísarunum hjá Fótbóltssambandi Føroya, Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Farna vikuskiftið fingu 20 nýggir venjarar B3-venjaraprógv. Skeiðið tekur 50 tímar, og verður skipað yvir tvey vikuskifti, umframt at tað eisini gevur B3-venjarunum rætt til at fara víðari í venjaraútbúgvingini. 

Luttakararnir fáa millum annað innlit í leikskipanir, rák innan fótbólt, greining av spælinum og leiðslu í samband við dystir. Harafturat verður dentur lagdur á frálæru og praktikk í tekniskum, kropsligum og taktiskum venjingum, umframt ítróttasálarfrøði og etikki.

– Nú ræður um at halda hesum venjarum til, so teir í komandi tíðum fara at gera brúk av útbúgvingini. Og vónandi halda fleiri av teimum fram á B4, sum byrjar í mars, sigur Jógvan Martin Olsen.

Eisini luttakararnir vóru sum heild væl nøgdir við skeiðið. Ein av teimum var Andras Nolsøe, ið arbeiðir sum ítróttaráðgevi hjá ÍSF, og sum í nógv ár hevur verið ungdómsvenjari hjá B36.

– Skeiðið var sera væl fyriskipað, við frálæru á høgum stigi. Kjakið var siðiligt og gevandi, og vit fingu eisini møguleikan at royna okkum á vøllinum. So samanumtikið eitt sera gott skeið, ið eg av álvara kann viðmæla øllum, sigur Andras Nolsøe við FSF.fo.

Afturat Jógvani Martin, hava Pætur Clementsen, Bill McLeod Jacobsen og Eli Leifsson eisini verið partur av undirvísingini á B3-venjaraskeiðnum.

Myndir: www.FSF.fo