Týsdagin varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Føroyum, har 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv

——————

Føroyskur fótbóltur hevur fingið 15 nýggjar UEFA B-venjarar. Á hátíðarløtu á Hotel Føroyum týsdagin, áðrenn U21-landsdystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, varð skipað fyri próvhandan fyri venjarunum, ið hava staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina.

Skeiðið byrjaði í mars og endaði við próvtøku í septembur. Tilsamans 15 venjarar, 14 menn og ein kvinna, fingu handað prógv.

– Tað er altíð gleðiligt at síggja fleiri nýggjar venjarar. Samstundis er hetta ein týdningarmikil partur av menningini av føroyskum fótbólti, og tí fegnast vit um, at tað hesaferð eydnaðist at fáa 15 venjarar ígjøgnum útbúgvingina, sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Á UEFA B-venjaraútbúgvingini verður arbeitt við millum annað liðbygging, venjingar- og menningarætlanum, umframt taktiskari, kropsligari og mentalari venjing.

– Nú vóna vit, at fleiri av teimum fara víðari á UEFA A-venjaraútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar í august næsta ár, sigur Jonas Nielsen.

Myndir: www.FSF.fo