Farna vikuskiftið varð skipað fyri B- og C-dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. 10 luttakarar vóru til C-skeiðið, meðan fimm luttakarar vóru til B-dómaraskeiðið

– Okkara stóra avbjóðing er at fáa fleiri dómarar, eisini dómarar, ið kunnu døma í yngru og lægru deildunum. Tað er tí at fegnast yvir, at vit javnan fáa nakrar ígjøgnum okkara útbúgvingarskipan, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF.

 

Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri B- og C-dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. Tilsamans 15 luttakarar vóru til skeiðini – tíggju til C-skeiðið, og fimm til B-dómaraskeiðið.

 

Endamálið við skeiðunum er at menna teirra ástøðiligu og praktisku førleikar, og samstundis hava teir nú møguleikan at rykkja ein bólk upp.

 

B-skeiðið gevur millum annað frálæru í Leiðslu, Video av dystum, Hvussu selur tú boðskapin til spælararnar, Klandurstøður, Fótbóltstaktik og ymiskt annað.

 

Á C-skeiðnum verður stórur dentur lagdur á Kortgeving, ”9,15-støður”, Hvussu virkar ein góður hjálpardómari (linjuverji) og annað.

 

Nærri kunning um dómaraútbúgvingarnar sæst her: Útbúgvingar / Dómarar

 

Teir fimm luttakararnir, ið farna vikuskifti vóru á B-dómaraskeið hjá FSF – Mynd: Lassin Isaksen