Farna fríggjadag fóru 14 venjarar undir B4 venjaraútbúgvingina. Hetta er samstundis fyrsta skeið, ið FSF skipar fyri, síðani koronafarsóttin byrjaði at gera um seg
Gongd er nú aftur komin á skeiðsvirksemið hjá Fótbóltssambandi Føroya. Dýrabiðidag, sum var fríggjadagin 8. mai, fóru 14 venjarar undir B4-venjaraútbúgvingina. Eftir ætlan skuldi fyrsta samling í samband við hesa útbúgving annars vera í mars mánað, men koronasmittan vildi tað øðrvísi.
Men tilmælini frá heilsumyndugleikunum eru nú dagførd, og tað inniber millum annað, at nú ber aftur til at skipa fyri skeiðum – tó við nøkrum tillagingum, soleiðis at tilmælini, ið framvegis eru, verða tikin í álvara og fylgd.
Luttakararnir á B4-skeiðnum løgdu fyri fríggjamorgunin klokkan 8, og síðani var undirvísing á skránni til klokkan fimm seinnapartin. Evnini, ið blivu viðgjørd hesaferð, vóru menningarætlan, motivatión, leikháttur og videogreining.
Eftir ætlan verður prógvhandanin í september mánað.