Annar av fýra fótbóltsskúlum, sum FSF skipar fyri í summar, hevur síðstu dagarnar verið inni í Vika á Argjum, har tilsamans 135 børn luttóku

——————

Saman við KÍ, AB, B68 og HB, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar.

Fyrsti fótbóltsskúlin var í Klaksvík síðsta vikuskifti í juni, og farna hósdag og fríggjadag hevur AB verið vertur fyri fótbóltsskúla inni í Vika á Argjum.

Umstøðurnar á og kring vøllin á Argjum eru framúr góðar, og sum heild gekk væl at skipa fyri fótbóltsskúlanum, siga tey í AB.

– Vit høvdu nógvar og góðar venjarar at hjálpa til, so ja, sum heild gekk alt væl, og eg haldi eisini at børnini fingu nógv burturúr, sigur formaðurin í AB, Marius Thomassen við heimasíðuna hjá FSF.

Í august vera tveir fótbóltsskúlar á skránni – á Svangaskarði á Toftum og í Gundadali í Havn.

Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður í tveimum. Mikudagin 2. og hósdagin 3. august luttaka U11 og U13, meðan fótbóltsskúlin fyri U7 og U9 verður fríggjadagin 4. og leygardagin 5. august. Tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlarnar á Toftum er 29. juli.

Fótbóltsskúlin í Gundadali verður 11. og 12. august, og tá er freistin at boða frá luttøku týsdagin 8. august.

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Myndir: Hans Erik Danielsen