Um vikuskiftið skipaðu FSF og HB fyri fótbóltsskúla á Ovara vølli og á Niðara vølli í Gundadali. 130 børn luttóku

——————

Fjórði fótbóltsskúlin, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri í ár, varð um vikuskiftið hildin í Gundadali í Havn.

Í samstarvi við HB, vóru Ovari vøllur og Niðari vøllur í Gundadali karmur um fótbóltsskúlan, og í avbera góðum líkindum gekk alt avbera væl.

Tilsamans 130 børn í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku.

Saman við KÍ, AB, B68 og HB, hevur FSF skipað fyri fýra fótbóltsskúlum í ár, og samlaða luttakaratalið hevur verið væl omanfyri 500.

– Vit eru sera væl nøgd við tann innsats, ið feløgini hava víst, so vit gleða okkum longu til næsta summar, tá fótbóltsskúlarnir væntandi aftur verða á skránni, sigur Christina Ravnsfjall, ið vegna FSF hevur samskipað fótbóltsskúlarnar, sum hava verið í Klaksvík, á Argjum, á Toftum og í Havn.

Niðanfyri eru myndir frá fótbóltsskúlanum í Gundadali, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.