Fríggjadagin og leygardagin vóru 125 børn á fótbóltsskúla í Klaksvík. Talan var um fyrsta av fýra fótbóltsskúlum, sum FSF skipar fyri í summar
——————
Saman við KÍ, B68, AB og HB, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar.
Tann fyrsti var á Másheyggi og við Djúpumýru í Klaksvík um vikuskiftið, og í allar bestu líkindum, fingu tey 125 børnini dygdargóða venjing frá millum annað kvinnunum og monnunum, ið mynda fremstu liðini hjá KÍ.
Næsti fótbóltsskúlin verður Inni í Vika á Argjum vikuskiftið 6. og 7. juli. Tilmeldingarreistin er mánadagin 3. juli.
Fótbóltsskúlin í Gundadali verður 11. og 12. august, og tá er freistin at boða frá luttøku týsdagin 8. august.
Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður í tveimum. Mikudagin og hósdagin, 2. og 3. august luttaka U11 og U13, meðan fótbóltsskúlin fyri U7 og U9 verður fríggjadagin og leygardagin, 4. og 5. august. Tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlarnar á Toftum er 29. juli.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum, bæði gentum og dreingjum, sum spæla í U7, U9, U11 og U13 aldursbólkunum.
Kostnaðurin fyri at luttaka í U7 og U9 er 425 krónur, meðan kostnaðurin fyri U11 og U13 er 500 krónur. Tá er dygdargóð venjing, matur, t-troyggja og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum. Fimm dagar, áðrenn tilmeldingarfreistin er farin, hækkar kostnaðurin við 50 krónum.
Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Bjarni Enghamar