Tilsamans 12 venjarar afturat hava nú fingið UEFA A-prógv umvegis venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandi Føroya

——————

– Hetta hevur verið sera spennandi og læruríkt, men samstundis hevur tað eisini verið strævið. So tað er ótrúliga deiligt, at prógvið umsíðir er komið í hús.

Soleiðis sigur Agnar Prestá, sum er ein av teimum 12, ið hesaferð fingu UEFA A-venjaraprógv handað frá Fótbóltssambandi Føroya.

Útbúgvingin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani, og síðani hava venjingar, námsferð, frálærutímar og uppgávuskriving verið á skránni. Eisini hava luttakararnir havt vitjan av instruktørum, ið hava eygleitt teir til venjingarnar úti í feløgunum.

Í oktober og november mánað vóru próvtøkurnar, og tey 12 – ellivu menn og ein kvinna – stóðu øll royndina, og kunnu nú kalla seg UEFA A-venjarar.

Millum annað er krav, at allir venjarar í Betri Deildini hjá monnum skulu hava A-venjaraprógv, ella verið í gongd við útbúgvingina. Harafturat kunnu venjarar við A-prógvi fara undir UEFA Pro útbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving hjá UEFA.

Eftir ætlan byrjar nýtt UEFA A-venjaraskeið á sumri komandi ár.

Tey, ið fingu A-venjaraprógv hesaferð, eru Andre Olsen, Leivur Simonsen, Sigtór Petersen, Agnar Prestá, Jónstein Petersen, Rógvi Nónsgjógv Poulsen, Eyðvør Jakobsen, Tór-Ingar Akselsen, Arnbjørn Danielsen, Atli Gregersen, Ólavur Mikkelsen og Fróði Benjaminsen.

Myndir: Hans Erik Danielsen