Myndir: Fríggjadagin í farnu viku skipaði FSF fyri fyrstuhjálparskeiði í FSF-húsinum. Tólv fólk luttóku, undir leiðslu av landsliðslæknanum, Elmari Ósá

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur seinastu árini lagt alt størri dent á at betra um trygdina hjá fótbóltsleikarum.

 

Læknaútbúgvingin hjá UEFA, UEFA Football Doctor Education Programme, er ein avleiðing av hesum krøvum. Høvuðsendamálið við læknaútbúgvingini er at eftirútbúgva landsliðslæknar innan ítróttarskaðar.

 

Samstundis fáa luttakandi læknar álagt at geva teirra vitan víðari til viðkomandi starvsfólk hjá landsliðum og fótbóltsfeløgum.

 

Fótbóltssamband Føroya hevði tí farna fríggjadag skeið fyri starvsfólkum á landsliðunum um fyrstuhjálp og handfaring av skaðatilburðum. Skeiðshaldari var Elmar Ósá, landsliðslækni. Afturat honum eru Heini Harryson og Djóni S. Joensen eisini knýttir at A-landsliðnum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen