Tað endaði við javnleiki 1-1 millum Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius hóskvøldið. Føroyska málið skoraði Jákup Biskopstø Andreasen

——————

Eitt mál í part, og harvið eisini 1 stig í part gjørdist úrtøkan, tá Litava og Føroyar brustu saman í UEFA Nations League dysti á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius hóskvøldið.

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin legði Jákup Biskopstø Andreasen Føroyar á odda. Jóannes Bjartalíð legði bóltin væl inn fyri úr høgru, og inni í brotsteiginum setti hávaksni klaksvíkingurin krúllin undir bóltin, og so var 1-0 til Føroyar.

Leiðslan helt sær til ein minutt fyri hálvleik, og tað var ikki fyrr enn VAR hevði hugt at støðuni, at íslendski dómarin dømdi mál. Hjálpardómarin hevði flaggið á lofti fyri rangstøðu, men VAR vildi tað øðrvísi, og so stóð á jøvnum 1-1.

Í seinna hálvleiki vóru ikki teir stóru málmøguleikarnir til hvørgan av pørtunum, og harvið fingið liðini hvør sítt stig.

Í hinum dystinum í bólkinum endaði eisini við javnleiki, tá Luksemborg var á vitjan í Turkalandi. Úrslitið gjørdist 3-3.

Nú ein dystur er eftir at spæla, hava turkar 13 stig, Luksemborg hevur 8, Føroyar hava 5 stig, meðan Litava er aftast við einum stigi.

Sunnudagin 25. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Turkaland á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Myndir: Hans Erik Danielsen