Hósmorgunin klokkan 08:00 verður lutakastið til komandi EM undankapping hjá U21 landsliðnum. Dystirnir verða spældir í ár og í næsta ár, meðan EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027
Tilsamans 51 evropeisk lond vera í pottunum, tá lutakastið til komandi EM undankapping fyri U21 landslið verður í Nyon í Sveis klokkan átta í morgin árini.
Góðu úrslitini hjá føroyska U21 landsliðnum hava havt við sær, at Føroyar hava flutt seg seks pláss fram á nýggjasta styrkislistanum hjá UEFA. Tað hevur gjørt, at Føroyar eru farnar úr styrkisbólki fimm upp í styrkisbólk fýra, av í alt seks styrkisbólkum, sum eru í lutakastinum.
– Lutakøst eru merkt av óvissu og spenningi, og soleiðis er eisini hesaferð. Vit vóna fyrst og fremst at koma í bólk við seks londum, og síðani vóna vit, at lutakastið verður gott ítróttaliga, sigur Eyðun Klakstein, U21 landsliðsvenjari, sum verður hjástaddur, tá lutakastið verður á UEFA høvuðsborgini í Nyon í Sveis.
55 lond eru annars limir í UEFA, men í hesari undankappingini verður tað uttan luttøku frá Liktinstein, ið ikki hevur meldað til, Russland, ið fyribils er útihýst, meðan vertslondini, Albania og Serbia spæla ikki undankapping, tí tey eru tryggjað pláss í endaspælinum.
Níggju bólkar vera í undankappingini. Seks bólkar við seks londum, og í trimum bólkum vera fimm lond. Eftir lutakastið skulu londini samráðast um dystarskránna.
Lutakastið kann stroymast beinleiðis á UEFA.com.
Pottur 1
Spania
England
Portugal
Holland
Týskland
Frankaríki
Ukraina
Italia
Danmark
Pottur 2
Rumenia
Sveis
Kroatia
Kekkia
Pólland
Noreg
Belgia
Georgia
Írland
Pottur 3
Slovenia
Finnland
Svøríki
Eysturríki
Slovakia
Grikkaland
Ísland
Ungarn
Bulgaria
Pottur 4
Skotland
Wales
Ísrael
Norðurmakedónia
Turkaland
Kosovo
Norðurírland
Føroyar
Moldova
Pottur 5
Belarus
Montenegro
Bosnia og Hersigovina
Kýpros
Lettland
Litava
Kasakstan
Aserbadjan
Luksemborg
Pottur 6
Estland
Malta
Armenia
Andorra
Gibraltar
San Marino