Tað eydnaðist ikki at halda lív í vónini um annað plássið í bólkinum, tá Luksemborg mikudagin vann 1-0 á Djúpumýru. Einasta málið í dystinum skoraði Leon Elshan tá trettan minuttir restaðu í at spæla
——————
Ein føroyskur sigur á Luksemborg mikukvøldið var kravið, um lív framvegis skuldi haldast í vónini um at síðsti síðsti dysturin í bólkinum, sum verður á Tórsvølli týsdagin í komandi viku móti Íslandi, skuldi gerast ein møgulig “finala” um annað plássi.
Men gestirnir á Djúpumýru mikukvøldið vildu tað øðrvísi, og tá avtornaði vann Luksemborg 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Leon Elshan tá trettan minuttir restaði í.
Undan síðsta umfari er Frankaríki nummar eitt við 20 stigum, Sveis hevur 17 stig, Ísland 15, meðan Føroyar eru á fjórða plássi við 12 stigum. Luksemborg hevur sjey stig, og aftast er Estland við tveimum stigum.
Myndir: Jóhanna Thomsen