Sandoyingar drógu longra stráið, og vunnu tá avtornaði 6-4 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping móti ÍF
Talan gjørdist um ein góðan, spennandi og væl spældan fótbóltsdyst, við nógvum áskoðarum í avbera góðum veðri, tá B71 og ÍF hóskvøldið brustu saman í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið, ið er steypakappingini hjá U21.
Bæði liðini løgdu nógv fyri í strembanini eftir steypinum og gullkrónunum, men tá avtornaði vóru tað sandoyingarnir og B71, ið drógu longra stráið og vunnu 6-4 samanlagt.
Tað vóru tó fulgfirðingarnir, ið komu á odda, tá eitt lítið korter var spælt. Málið skoraði Aron Kensson, sum við einum dundurskoti, nakað til høgru við brotsteigarmarkið, langaði bóltin upp í handara horn. Eitt framúr gott mál.
Sandoyingarnir reistust tó skjótt aftur, og áðrenn hálvleik javnaði Aron Frankieson Knudsen til 1-1.
Í seinna hálvleiki og í umdystinum leikaði javnt á, men einki mál kom, og tí mátti finalan avgerast við brotsspørkum. Og her var tað málverjin hjá B71, Wenningsted Ørvarodd, ið gjørdist stóra hetjan hjá sandoyingum, tá hann bjargaði tí eina skotinum úr ellivu metrum.
Stór frøi á teimum mongu B71 fjepparunum, ið samstundis kundu fegnast um annan steypasigurin á dreingja- og manssíðuni í søguni hjá felagnum, ið var sett á stovn tann 1. januar í 1970. Tann fyrri kom í 1993, tá B71 vann Løgmanssteypið. Á gentu- og kvinnusíðuni eiga sandoyingar tríggjar steypasigrar framman undan.
Aftaná dystin var Bjarti Højbro hjá ÍF kosin til besta spælara í finaluna.
At talan gjørdist um ein góðan fótbóltsdyst, átti dómarin, Leivur Zachariassen sín stóra leiklut í. Tí hóast nógv stóð upp á spæl, og ungu menninir løgdu nógv fyri í nærdystum og takklingum, so hevði maðurin við floytuni alla tíðina tamarhald á tí, ið fór fram á vøllinum, og tað var ongantíð nakar ivi, hvør leiddi dystin.
Steypafinalurnar 2024 halda fram næstu dagarnar. Fríggjadagin eru tvær finalur á skránni, og leygardagin verða fýra steypafinalur á Tórsvølli, sum endar við steypafinaluni hjá kvinnum leygarkvøldið klokkan 18:30, tá Víkingur og NSÍ fara á vøllin.
Mikudagin 2. oktober
U16 gentur: KÍ – Skála 7-6
Hósdagin 3. oktober
U21: B71 – ÍF 6-4
Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB (kl. 17:30)
Dómari: Ørvur Mortensen
Minna steypakap. kv.: FC Hoyvík – Skála (kl. 19:30)
Dómari: Dávid W. Sjóstein
Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis
U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen
U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen
Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg
Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)
Myndir: Bjarni Enghamar