Um eina viku, hósdagin 3. septembur verður ársins fyrsta steypafinala á skránni, tá U15 dreingirnir hjá HB og Víkingi bresta saman á Tórsvølli
——————
Í næstum verður Tórsvøllur karmur um steypafinalurnar 2026. Í alt níggju steypafinalur eru á skránni, harav seks í yngru deildunum.
HB er best umboðað í ungdómsfinalunum. Tey reyð-svørtu vera at síggja í fýra av seks finalum. Víkingur verður í tveimum, KÍ verður eisini í tveimum – møguliga trimum – meðan AB og B36 hava spælt seg í eina finalu, umframt Skála, ið møguliga verður í tveimum steypafinalum.
Hósdagin 3. sept. kl. 18:00
U15 dreingir: HB – Víkingur
Fríggjadagin 4. sept. kl. 18:00
U16 gentur: HB – KÍ
Leygardagin 5. sept. kl. 14:00
U18 dreingir: Víkingur – HB
Hósdagin 17. sept. 19:00
U21: Skála – AB
Leygardagin 19. sept. kl. 11:00
U13 dreingir: KÍ – B36
Leygardagin 19. sept. kl. 13:00
U13 gentur: HB – Skála / KÍ
Hjá teimum vaksnu verða í alt tríggjar steypafinalur. Í finaluni um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur klokkan 19:00, fer slagið at standa ímillum Víking og KÍ.
Hjá kvinnum er enn ikki greitt, hvørji lið koma í finaluna um Løgmanssteypið og í finaluna í minnu steypakappingini. Seinnu hálvfinalurnar í báðum kappingunum verða spældar í komandi viku.
Leygardagin 5. sept. kl. 19:00
Løgmanssteypið menn: Víkingur – KÍ
Mikudagin 16. sept. kl. 19:00
Minna steypakap. kv.: FCS / B36 – Skála / ÍF
Leygardagin 19. sept. kl. 18:30
Løgmanssteypið kv.: 07V / HB – KÍ / Víkingur
Atgongumerki til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Yvirlit yvir allar steypakappingarnar 2026 sæst H E R