Føroyski arbeiðsinnsatsurin var góðkendur, men walisisku leikararnir vóru náðileysar og stýrdu spælinum mest sum allan dystin


Tað var greitt áðrenn dystarbyrjan, at hørð mótstøða bíðaði føroysku leikarunum í Newport, har Wales tók ímóti. Og heimaliðið var eisini spælstýrandi frá fyrsta bríksli. 

Fyrstu góðu løtuna megnaði føroyska liðið at standa væl ímóti trýstinum, sum javnt og samt var móti brotsteignum, og inni í sjálvum málinum var Óluva Joensen sera vælspælandi við nógvum frálíkum bjargingum. Eftir 33 minuttir fingu walisar hol á málskjótingina, og eittmálsleiðslan helt sær til hálvleiks, hóast heimaliðið tá hevði ligið framvið fleiri ferðir.

Leikgongdin helt fram eftir sama leisti í seinna hálvleiki, og trýstið móti føroyska málinum bara vaks, sum tíðin gekk. Við trimum málum í seinna hálvleiki fekk Wales tryggjað sær ein sannførandi sigur á 4-0, men eftir stendur, at føroyska liðið í stórum pørtum av dystinum megnaði at standa væl ímóti trýstinum, og at stríðsviljin var intaktur gjøgnum allan dystin.

Føroyar hava nú tveir dystir eftir í hesari EM undankappingini. Teir eru ímóti Norra og Norðurírlandi, og verða báðir spældir á útivølli um mánaðarskiftið november/desember.

Myndir: Bjarni Enghamar