Við málum frá Astrid Mittfoss, Onnu Katrinu Mikkelsen og Onnu Carolinu Brændstrup vann føroyska U19-landsliðið við gentum leygardagin ein tryggan 3-1 sigur á Armenia
——————
Eftir javnleik 1-1 ímóti Turkalandi, sum var fyrri av tveimum dystum í EM-undankappingini, eydnaðist tað leygardagin føroyska U19-landsliðnum við gentum at vinna ein tryggan 3-1 sigur á Armenia.
– Hetta var ein uppiborin sigur, har serliga mentala styrkin hjá okkara spælarum kom til sjóndar. Tær megnaðu alla tíðina at halda høvdið kalt, og fara ikki í panik, sjálvt um tað gekk striltið at fáa hol á málskjótingina.
– Samanumtikið var hetta ein góð kapping, í framúr umstøðum. 4 stig er eisini gott at fáa heim við, og nú mugu vit bara bíða eftir hvussu leikur fer í síðsta dystinum, sum er millum Turkaland og Armenia, fyri at vita um hetta er nóg mikið til at flyta upp í deild A í heyst.
Tað sigur nú fyrrverandi venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen millum annað, eftir 3-1 sigurin á Armenia leygardagin.
Dysturin var merktur av, at føroyska liðið sat á meginpartin av spælinum allan dystin. Men tað vóru kortini armensku genturnar, ið komu á odda longu eftir fýra minuttir, og 1-0 til Armenia var eisini støðan í steðginum.
Armenska leiðslan órógvaði okkara gentur eitt sindur, og tað gingu eini 20 minuttir, áðrenn føroyska liðið fann stevið aftur. Sum fráleið settu okkara gentur seg meir og meir á dystin, og komu eisini til onkrar góðar málkjansir áðrenn hálvleik. Men tað var ikki fyrr enn eftir hvíldina, at tingini vórðu sett upp á pláss, og Føroyar vunnu ein tryggan og sannførandi sigur.
Tá 58 minuttir vóru spældir javnaði Anna Carolina Brændstrup til 1-1, og í 77. minutti legði Anna Katrina Mikkelsen Føroyar á odda. Góðar fimm minuttir seinni var tað so Astrid Mittfoss, ið slóg føroyska 3-1 sigurin fastan.
– Tað var ótrúliga hugaligt at síggja, at okkara gentur alla tíðina hildu seg til avtalurnar, sjálvt um tað ikki hevði verið løgi, um fjáltur kom á. Tær blivu við at dominera, og spæla hinar troyttar, og tá lítil tími var spældur glapp endiliga, sigur Pætur Smith Clementsen, ið nú letur stafettina víðari til Sigtór Petersen, ið frá komandi kapping fer at standa á odda fyri U19-landsliðnum við gentum.
– Eg eri glaður fyri, at eg í nøkur ár havi havt tann framíhjárætt at arbeitt við U19-gentunum. Hetta hevur verið heilt fantastiskt, og tað er eisini stuttligt at enda við tveimum góðum avrikum. Nú verður spennandi at fylgja teimum í frástøðu uttanfyri vøllin, sigur Pætur Smith Clementsen at enda.