Føroyska U17-landsliðið við gentum var greitt omaná, tá tær mánakvøldið spældu venjingardyst móti U15-liðnum hjá Vejle BK. Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar

——————

Mánakvøldið var fremmand vitjan á Tórsvølli. U15-genturnar hjá Vejle Boldklub eru í hesum døgum á venjingarlegu í Føroyum, og mánakvøldið var venjingardystur móti føroyska U17-landsliðnum á skránni.

Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar. Ester Ellingsgaard úr B36 vísti onga náði yvir fyri donsku gestunum, og skoraði ikki færri enn fýra av teimum fimm málunum. Fimta málið var sjálvmál.

– Hetta var ein góður venjingardystur, og tað var eisini deiligt fyri okkara gentur, at tær fingu skorað nøkur mál, sigur venjarin hjá U17-gentunum, Pauli Poulsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska U17-landsliðið fyrireikar seg til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai mánað komandi ár. Næsta uppgáva hjá okkara gentum er venjingarlega í Danmark, sum verður frá 12. til 20 august. Umframt venjingar, eru tríggir venjingardystir eisini á skránni á danmarkarferðini.

Myndir: Bjarni Enghamar