Tað var ongantíð nakar ivi, tá kvinnulandsliðið seinnapartin fríggjadagin tók ímóti Andorra á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist ein greiður 4-0 sigur til Føroyar
——————
Sunniva Willemoes, Ásla Johannesen, Birita Ryan og Petra Hoydal syrgdu við hvør sínum máli fyri, at føroyska kvinnulandsliðið seinnapartin fríggjadagin vann ein tryggan 4-0 sigur á Andorra á Tórsvølli. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til Føroyar.
Føroyska liðið sat á meginpartin av spælinum nærum allar 90 minuttirnar, og hendingaferðirnar, tað var brúk fyri tí, var Valborg Østerø í føroyska málinum á rætta stað og fekk vart fyri.
Í hinum dystinum í bólkinum tók Grikkaland ímóti Montenegro, og har gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Úslitini í triðja umfari í bólki C3 í undankappingini til EM 2025 hava við sær, at Montenegro og Grikkaland stríðast um oddasessin í bólkinum við 7 stigum í part, Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.
Týsdagin 4. juni klokkan 16:45 fara føroysku kvinnurnar á vøllin aftur, tá grikkar koma á vitjan á Tórsvølli.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Kostnaðurin er einans 95 krónur. Í samband við dystin bjóðar FSF ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar.
Myndir: Hans Erik Danielsen