Komandi ár verður eitt hendingaríkt ár fyri føroyskan fótbólt. Tann 26. februar 2016 verður aðalfundur í FIFA, har nýggjur forseti skal veljast. Soleiðis sum støðan er vorðin, skal helst eisini ein nýggjur forseti veljast fyri UEFA í komandi ári.
Bæði val av forseta fyri FIFA og fyri UEFA, kann hava stórar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt
Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu árini havt eitt serstakliga gott samstarv við UEFA, sum eisini hevur veitt stóran fíggjarligan stuðul til tær verkætlanir, sum FSF hevur staðið fyri í hesum árinum, m.a. útbyggingin av Tórsvølli.

Í komandi ári verður endalig støða tikin til víðari útbyggingina av Tórsvølli. Tórsvøllur er ikki liðugt útbygdur fyrr enn vestursíðan eisini er gjørd liðug.

Talan er um eina sera stóra verkætlan, sum bert kann fremjast í tøttum samstarvi við Tórshavnar Kommunu. Vónandi verður ein semja gjørd við Tórshavnar Kommunu um hetta fyrst í komandi ári.

FSF hevur lagt eitt uppskot fyri feløgini um eina solidariska skipan viðvíkjandi býti av tí peningi, sum feløgini fáa frá UEFA sum gjald fyri luttøku í evropeisku kappingunum. FSF vónar at semja fæst um henda spurning í komandi ári.

Umsitingin hjá FSF hevur seinastu tíðina arbeitt við spurningum um hvussu kappingin í fremstu deildini skal skipast í komandi tíðum. Uppskot hava verið frammi um eina broytta kapping, m.a. hevur FC Suðuroy sett fram uppskot um at víðka kappingina soleiðis, at talið av liðum verður broytt til 12 lið.

FSF fer fyrst í komandi ári at leggja fram eitt tilmæli um skipan av kappingini, og vónandi fæst eisini semja um henda spurning í komandi ári.
Ein trupulleiki fyri føroyskan fótbólt er, at føroysku feløgini ikki hava fastar inntøkukarmar.

Í øðrum londum fáa feløgini gjøgnum eina solidariska skipan inntøkur frá sjónvarpsrættindum, men føroyski marknaðurin skapar av góðum grundum ikki slíkar inntøkumøguleikar. FSF hevur seinastu tíðina arbeitt við spurninginum um at tað ber til at fáa altjóða veddingarfyritøkur at vísa áhuga fyri føroyskum fótbólti. Tað er ikki óhugsandi, at tað letur seg gera at skapa eitt ávíst inntøkugrundarlag fyri feløgini innan hetta øki.

FSF fer fyrst í komandi ári at leggja eitt uppskot fyri feløgini, og vónandi fæst semja um henda spurning í komandi ári.

Eisini í komandi ári verða stórar ítróttarligar avbjóðingar fyri føroyskan fótbólt. Samlaða talið av landsdystum hjá okkara landsliðum í komandi ári verður umleið 50 dystir.

EFFO-deildin
Landskappingin í EFFO-deildini byrjar longu 5. mars 2016 og kappingin er liðug 22. oktober 2016. Landskappingin hevur ongantíð áður stekt seg yvir so langa tíð.

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri einum finaluvikuskifti á Tórsvølli, sum verður 26. – 27. August 2016. Finaluvikuskiftið endar við finaluni um løgmanssteypið.

A-landsliðið
A-landsliðið hjá monnum byrjar við einum venjingardysti móti Liktinstein sum verður 28. mars 2016.

HM undankappingin byrar tann 6. september 2016 tá vit á Tórsvølli møta Ungarn. Kappingin sær annars soleiðis út í komandi ári:
06-09-2016 (19:45) Føroyar – Ungarn
07-10-2016 (19:45) Lettland – Føroyar
10-10-2016 (19:45) Føroyar – Portugal
13-11-2016 (19:45) Sveis – Føroyar

Tað er sera stórur áhugi fyri at ogna sær atgongumerkir til dystirnar hjá A-landsliðnum í 2016. Serliga er tað dysturin móti Portugal, sum helst verður eitt av hæddarpunktunum í 2016.

A-landsliðið kvinnur
A-landsliðnum fyri kvinnum hevur ikki spælt dyst síðani apríl mánað. Nú verður virksemið hjá liðnum tikið upp aftur.

Nýggjur venjari er settur, og um alt gongur eftir ætlan fer kvinnulandsliðið at taka lut í eini 4-landakapping í Riga í Lettlandi í august mánað komandi ár.

Talan er um árliga mini-kapping, ið baltisku londini, Estland, Lettland og Litava skipa fyri, og til komandi kapping eru Føroyar eisini bjóðaðar við.

Fyrsta venjingin verður í februar, og síðani er ætlanin at hava regluligar venjingar alt árið. Pætur Clementsen, sum, umframt at byrja í starvinum sum tekniskur stjóri hjá FSF, fer at virka sum venjari hjá kvinnulandsliðnum.

U21
Eisini okkara ungdómslandslið hava nógvar avbjóðingar í komandi ári.

U21-liðið hjá monnum skal leika seks dystir komandi ár, og er tað móti stórum tjóðum sum m.a Týsklandi og Russlandi.

Skráin sær soleiðis út:
25-03-2016 Týskland – Føroyar
29-03-2016 Eysturríki – Føroyar
02-06-2016 Føroyar – Finnland
01-09-2016 Føroyar – Russland
06-09-2016 Aserbaijan – Føroyar
07-10-2016 Føroyar – Eysturríki

U19 Dreingir
Landsliðið hjá U-19 fer at luttaka í eini EM undankapping í Montenegro saman við vertslandinum Montenegro, Kroatia og Kypros.
Kappingin verður spæld 11.-16. november 2016.

U17 Dreingir
Landsliðið hjá U-17 dreingir fara at luttaka í EM undankapping í Luksemburg saman við Sveis, Kekkia og vertslandinum Luksemburg. Kappingin verður spæld frá 21. til 26. oktober 2016.

Harafturat luttaka teir bæði í einari menningarkapping hjá UEFA, umframt í árligu NM kappingini.

U15 Dreingir
U15 deingirnir fara at lutaka í Brøndby Cup, sum verður seinast í juli mánaða 2016 umframt einari kapping í Vejle, sum verður fyriskipað komandi heyst.

U19 Gentur
Landsliðið hjá U-19 kvinnur fara at luttaka í EM undankapping í Finnlandi saman við vertslandinum Finnlandi, Íslandi og Kasakstan.
Kappingin verður spæld 15.-20. september 2016. Harafturat koma tær at luttaka í eini menningarkapping hjá UEFA.

U17 Gentur
Luttaka i EM undankapping í Írlandi saman við Hvítaruslandi, Íslandi og vertslandinum, Írlandi. Kappingin verður spæld frá 26. til 31. oktobur 2016. Harafturat koma genturnar at luttaka í eini menningarkapping hjá UEFA.

U15 Gentur
Vóru fyrstu ferð til kapping í ár. Komandi ár fara tær saman við A-kvinnum til kappingina í Riga í Letlandi.

Onnur tiltøk
Í komandi ári fer FSF at skipa fyri fleiri venjaraskeiðum. Nýtt A-venjaraskeið fer av bakkastokki 8. januar við 20 luttakarum. Eisini verður skipað fyri fleiri dómaraskeiðum.

Nýggi tekniski stjórin tekur við starvinum 1.januar 2016, og verður móttøka fyri fráfarandi og komandi stjóra í FSF húsinum fríggjadagin 8.januar 2016.

Vegna FSF fari eg við hesum at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjar.

Christian Andreasen
FSF-forseti