Myndir // Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur stóra virðing fyri skotska landsliðnum, men hann vónar og væntar, at føroyska liðið kann geva skotum sterka mótstøðu

——————

Eftir at hava verið á flogi í góðan hálvantriðja tíma, úr Wien í Eysurríki til Glasgow, vandi A-landsliðið við monnum seinnapartin týsdagin á Hampden Park, har HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður mikukvøldið klokkan 19:45.

Áðrenn venjingina var tíðindafundur á skránni, og har segði føroyski A-landsliðsvenjarin, Håkan Ericson millum annað, at hann hevur stóra virðing fyri skotska landsliðnum, sum í løtuni er rættuliga gott.

Men fryntligi og fyrikomandi sviin legði samstundis afturat, at skotar skulu ikki vænta sær nakað forerandi, og at føroyska liðið er komið til Glasgow fyri at prógva sítt virði, og málið er heilt greitt at fáa okkurt heim aftur við.

– Tað búgva bara áleið 50.000 fólk í Føroyum, so vit verða nærum altíð mettir sum tað veikara liðið. Men vit hava bara tapt ein av seinastu átta kappingardystunum, og hava skorað mál í øllum. 

– So tað er eingin ivi um, at Føroyar hava eitt gott landslið, við nógvum góðum spælarum, ið allir hava nógvar góðar eginleikar. Í fótbólti er alt møguligt, og tað er tí møguleikanum vit fara eftir, segði Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum.

Hallur Hansson luttók eisini á tíðindafundinum, og skotsku miðlarnir høvdu fleiri spurningar til føroyska liðskiparan, sum fyri 10 árum síðan spældi ungdómsfótbólt í Skotlandi.

– Eg eri spentur til dystin, sum uttan iva verður enn ein stór avbjóðing. Seinastu dagarnar hava vit arbeitt nógv við tí mentala, tí vit eru greiðir yvir, at hetta verður strævið. Men vit eru klárir, og vónandi kunnu vit fáa eitt so mikið gott úrslit, at vit gera allar føroyingar ernar av landsliðnum, var nakað av tí, ið Hallur Hansson segði við skotsku fjølmiðlarnar.

Eins og Føroyar hevur Skotland spælt tveir dystir í undankappingini higartil. Og í báðum føri er endað við javnleiki. Í fyrsta dystinum gjørdist úrslitið 2-2 á heimavølli móti Eysturríki, og síðan 1-1 á útivølli móti Ísrael.

Landsdysturin mikukvøldið verður tann tíggjundi altjóða landsdysturin millum Skotland og Føroyar. Skotar hava vunnið sjey, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.

Myndir: Hans Erik Danielsen