A-landsliðið við kvinnum hevur í dag havt seinastu venjingina áðrenn dystin móti Estlandi


Síðan nýggi landsliðsvenjarin tók við starvinum í vetur, hevur hon havt regluligar venjingar við hópinum og eisini spælt fleiri venjingardystir móti dreingjaliðum heima í Føroyum. Men nú bíðar fyrsta altjóða uppgávan: Baltic Cup. Umframt vertstjóðina Litava, taka Estland og Lettland eisini lut í kappingini, sum er skipað við hálvfinalum og síðan finalu og dysti um triðja og fjórða plássið.

Í hálvfinaluni skulu Føroyar spæla móti Estlandi, og ta uppgávuna gleðir Ásla Johannesen seg til.

– Tað kennist væl at vera saman aftur. Vit hava havt nakrar góðar venjingar, og vit hava nógv at tosa um og venja okkum við, tí vit enn eru í einari integrerandi fasu saman við venjaratoyminum. Eg haldi, at tað gongur væl við tí, og vit kenna okkum væl fyrireikaðar til dystin í morgin, sigur Ásla Johannesen.

Dystirnir í Baltic Cup eru partur av fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í heyst, og hetta leggur Ásla eisini dent á.

– Tað er umráðandi hjá okkum at brúka hesa dystarvenjingina til at fáa okkara spæl og avtalur at sita so væl sum gjørligt áðrenn undankappingina í heyst. So vit gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla hesar dystirnar og fara sjálvandi eftir at vinna, sigur hon.

Føroyar spæla móti Estlandi í morgin kl. 14.00 føroyska tíð, og dysturin verður stroymdur á youtube.

Myndir frá venjingunum: Bjarni Enghamar