Seinasta venjingin undan fyrra vinardystinum móti Andorra er farin afturum og nú er A-landsliðið við kvinnum klárt til dyst við Djúpumýru


Í morgin kl. 15.00 bresta kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra saman við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um fyrra vinardystin av tveimum, sum liðini spæla móti hvørjum øðrum í hesum landsliðsumfarinum.

Eftir nakrar dagar á venjingarlegu í høvuðsstaðnum, kom landsliðið í morgun til Klaksvíkar og vandi á vøllinum við Djúpumýru, sum verður karmur um dystin í morgin. Mótstøðuliðið hesaferð hevur higartil luttikið ikki í undankappingunum til EM og HM, men liðið tykist vera í menning og væntað verður, at Andorra eisini verður við í komandi undankappingum.

Lagið er gott í føroysku leguni undan dystinum, og spælararnir gleða seg til at spæla á heimavølli aftur, og hesaferð enntá í Klaksvík, sum vanliga er heimavøllur hjá fleiri av landsliðsleikarunum.

– Vit gleða okkum nógv til at spæla landsdyst aftur, og hesaferð verður tað eisini nakað serligt at spæla landsdyst í Klaksvík. Klaksvíkingar eru sum heild spentir í fótbólti, og vit vóna sjálvandi, at nógv koma til dystin at stuðla okkum, sigur Óluva Allansdóttir Joensen, sum í heimligu kappingini verjir málið hjá oddaliðnum KÍ.

Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 15.00, og frá kl. 13.00 skipar Bláa bylgja fyri fjepparatiltaki aftanfyri norðara áskoðaraskýlið, har andlitsmáling, grilling og hoppiborgir eru á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin, og tey kunnu keypast her.

Niðanfyri eru myndir frá venjingini í Klaksvík í dag, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.