Summarfuglarnir byrja at gera um seg í føroysku leguni, nú fyrri vinardysturin móti Luksemborg av álvara nærkast


Føroysku kvinnurnar hava nú verið í Luksemborg í tveir dagar og avgreitt tríggjar venjingar undan fyrra vinardystinum móti Luksemborg. Lagið er stak gott í føroysku leguni og spælararnir gleða seg nú til at sleppa í dyst, sigur miðverjin Birita Ryan.

– Vit hava vant væl hesar báðar dagarnar og kenna okkum væl fyrireikaðar til at møta Luksemborg. Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum. Nú haldi eg mest, at vit bara gleða okkum til at sleppa í eldin, sigur ungi verjuspælarin.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá kvinnulandsliðnum til Nations League kappingina, sum byrjar í heyst. Við nýggja kappingarleistinum kunnu væntast fleiri dystir móti londum, sum eru í námind av Føroyum á altjóða styrkislistanum, og tí eru vinardystirnir móti Luksemborg sera væl hóskandi.

Fyrri dysturin verður spældur í annaðkvøld, mikukvøldið 5. apríl kl. 18.30, og leinki til stroyming verður tøkt dystarmorgunin.

Niðanfyri eru myndir frá venjingini í dag, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.