Í annaðkvøld fara kvinnurnar á vøllin til seinna dystin í hesum umfarinum, hesaferð móti Skotlandi á Hampden Park
Tað var ein hørð byrjan uppá undankappingina, tá A-landsliðið við kvinnum spældi fyrsta dystin á heimavølli móti Spania.
Nú hevur liðið havt nakrar dagar til at koma fyri seg og fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum er á skránni í morgin.
Skotland tekur ímóti á Hampden Park í Glasgow, og fleiri túsund áskoðarar væntast at koma til dystin.
Skotland er nummar 22 á styrkislistanum hjá FIFA, fríggjakvøldið byrjaðu tær undankappingina við at vinna 2-0 móti Ungarn á útivølli.
Tað er tí sera sterk mótstøða, sum bíðar kvinnunum á Hampden Park í annaðkvøld, men miðvallarin Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir gleðir seg nógv til uppgávuna.
– Skotska liðið er sera væl fyri, og tær spæla á høgum stigi, so tað verður óivað ein harður dystur, har vit skulu í nógvar nærdystir, sigur hon við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Landsliðið hevur í kvøld vant á leikvøllinum, og liðið er væl fyrireikað, heldur Jensa.
– Vit brúktu nógva orku í síðsta dysti, men seinastu dagarnar hava vit brúkt skilagott við nógvari hvíld og venjing, umframt at vit hava tosað nógv um okkara avrik og spæl. Vit kenna okkum sum heild væl fyrireikaðar, og vit fara so avgjørt at geva alt fyri Føroyar í annaðkvøld, sigur Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir at enda.
Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl.19.35 í annaðkvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.
Myndir frá venjingini á Hampden Park: Bjarni Enghamar