Lagið og spenningurin nærkast hæddini í Runavík. Fyri fyrstu ferð í 13 ár er NSÍ umboðað í bestu kvinnudeildini, og tað hevur vakt áhuga og gleði í lokalsamfelagnum. Tað heldur stjørnan og liðskiparin hjá NSÍ, Heidi Sevdal
– Tað er ordiliga til at føla, at fólk eru glað og spent um, at NSÍ er við í Betri Deildini í ár. Tá eg til dømis eri til handils, so eru tað fleiri, sum hava nevnt tað og víst liðnum áhuga. Tað er fantastiskt at føla. Nú eru vit bara ræðuliga spentar, sigur áleypandi miðvallarin, sum í fjør spældi við HB, var toppskjútti og kosin ársins leikari í Betri Deildini.
Síðan NSÍ í vetur kunngjørdi, at felagið aftur fór at melda lið til bestu kvinnudeildina, hevur verið arbeitt hart fyri at manna og spæla liðið saman. Talan er um ein spildurnýggjan hóp, og enn er alt so nýtt, at Heidi Sevdal heldur tað vera torført at meta um støðið á liðnum.
– Útfrá venjingunum síggja vit, at vit blíva betri fyri hvørja ferð. Menningin hevur verið heilt stór uppá lutfalsliga heilt stutta tíð. Vit hava eisini spælt fleiri venjingardystir, sum hava givið okkum gott mót uppá kappingarárið. Í roynd og veru hava vit har megnað at spælt fult og væl upp við eitt nú KÍ. Men enn er ov tíðliga at siga nakað fyri vist. Vit hava kanska ikki nógvar royndir, men vit hava heilt víst stórt potentiali, sigur hon.
Gott og væl blandað
Sjálvt um Heidi Sevdal sjálv er ein eyðsæddur lyklaleikari, so væntar hon sær nevniliga eisini nógv av sínum viðleikarum, sum samanlagt eru ein hópur við yngri og eldri evnaríkum leikarum.
Talan er í fleiri førum um leikarar, sum eftir útlegd í EB/Streymi/Skála og B68, nú fara at spæla sínar heimadystir við Løkin. Sum dømi kunnu nevnast Miriam Harishi Egilsdóttir, Rúna Olsen, Unn Hvidbro og Laila Pætursdóttir, sum allar verða at síggja í gulum í ár. Harafturat hevur felagið fingið systrarnar Ansy og Heidi Sevdal “heim” aftur til NSÍ, tó er Ansy ikki tøk frá kappingarbyrjan vegna barnsburð.
Herfyri gjørdist harafturat greitt, at ein annar profilur og ársins leikari 2018, Margunn Lindholm, fer at spæla fyri NSÍ í ár. Hetta er ein styrkur fyri liðið, sum serliga fer at síggjast aftur í álopspartinum, væntar Heidi.
– Ansy og Margunn kunnu ikki sammetast ein til ein, tí Ansy hevur sínar styrkir á verjukenda miðvøllinum, meðan Margunn er eksplosiv fram eftir vøllinum. Men sjálvandi er tað ein styrkur at fáa hana við í hópin. Hon hevur royndir og ótrúliga høga góðsku, og tað kann geva hópinum og okkara spæli eitt ordiligt íkast rætta vegin, sigur málrevurin.
Undantikið profilarnar er hópurin uttan stórvegis royndir í bestu deildini, hóast tær hava høga góðsku. Hetta fer at vera høvuðsavbjóðingin hjá NSÍ í kappingarárinum, væntar Heidi Sevdal.
– Serliga nakrar av teimum ungu eru fantastiskar at síggja. Evnaríkar og raskar, tað manglar ikki. Tær hava bara ikki so nógvar royndir úr bestu deildini og ei heldur við at spæla annað enn øgiliga kompaktan verjufótbólt. Tí venja vit nógv fyri at skapa meira sikkurt fótbóltsspæl, soleiðis at vit kunnu vera við til at skapa dystirnar. Avbjóðingin við manglandi rutinu er ofta, at avrikini blíva óstøðug. Og har skulu vit veruliga ansa eftir at halda saman og fast í góða moralinum, tá tað kemur fyri, sigur royndi áleyparin.
Sikta eftir toppinum
Tey flestu hava undan kappingarbyrjan havt ilt við at spáa um møguleikarnar hjá NSÍ fyri at gera seg galdandi í oddastríðnum, og tað skilur stjørnuleikarin eisini væl.
– Vit vita jú heldur ikki sjálvar, hvar vit koma til at liggja, og tað er veruliga torført at spáa um. Sum nevnt hava venjingardystirnir givið okkum góðar vónir, men nú byrja veruligu dystirnir, so nú verður spennandi at síggja, hvat vit veruliga megna. Vit fara á vøllin fyri at vinna, og eg veit, at vit kunnu vinna á øllum hinum liðunum, men vit vita ikki, hvussu støðugar, vit klára at vera, sigur Heidi.
Hon heldur tað vera eitt hóskandi mál, at NSÍ skal royna at sleppa uppí kappingina um heiðursmerkini. Ein kapping, sum væntandi fer at standa millum føroyameistararnar úr KÍ, steypavinnararnar úr HB og felagsliðið úr Eysturoynni, ÍVB.
– Eg veit simpulthen ikki, hvør av teimum er størsti FM favoritturin. KÍ hevur rutinuna og okkurt serligt, sum ger, at tær ofta vinna javnar dystir í evstu løtu. Tær hava eisini ein vinnaravilja, sum ger tær ótrúliga áhaldandi, og tað gevur teimum altíð góð úrslit. HB hevur fantastiskar einstaklingar, men har eru nakrar broytingar farnar fram, sum tær nú skulu venja seg við, og so er spurningurin, hvussu skjótt tær klára tað. Og so ÍVB, sum eftir mínum tykki er ein krútsterk heild. Tær eru í rívandi menning og hava fleiri fantastiskar einstakar leikarar eisini, so tær eru veruliga á veg upp. Um tær megna at halda støðið alt kappingarárið og at vera konsekventar móti teimum niðaru liðunum, so eru tær næstan størsti favoritturin. Men øll hasi liðini hava tað, sum skal til, so FM-stríðið verður helst víðopið. Eg gleði meg bara til at koma í gongd, sigur Heidi Sevdal at enda.
Betri Deildin hjá kvinnum byrjar í morgin, 24. mai, og NSÍ skal í fyrsta dysti spæla á heimavølli móti EB/Streymi/Skála. Dysturin við Løkin byrjar kl. 15, og upptaktsgreinin um EB/Streym/Skála kann lesast her.