Fráfallið hevur verið ógvusligt hjá EB/Streymi/Skála. Men heldur enn at geva skarvin yvir, ætla tær at byggja eitt sterkt nýtt lið upp frá grundini


Hóast ungan aldur er 18 ára gamla Lea Lisberg millum royndastu leikararnar á felagsliðnum. Tá tað gjørdist greitt, at NSÍ aftur fór at stilla upp í bestu kvinnudeildini, merkti tað samstundis, at nógvir leikarar fóru frá EB/Str/Skála til NSÍ. Hóast tað er harmiligt fyri hennara lið, so skilur Lea Lisberg væl skiftini.

– Nógvar av teimum eru úr Runavík og økinum rundanum, so tær eru í veruleikanum bara farnar aftur til “sítt” felag. Vit skulu bara hugsavna okkum um okkara støðu, og hon inniber, at vit eru á veg inn í eina spennandi tíð við nýggjum avbjóðingum sum lið, sigur hon.

Nýggj tíð og nýtt lið
Søgan um felagsliðið hjá kvinnunum úr EB/Streymi og Skála, byrjaði í 2013. Bæði feløgini høvdu havt lið í bestu kvinnudeildini frammanundan, men í samstarvinum lá møguleikin fyri einum leikaragrundarlagi og harvið støðugum liði, sum kundi kappast við tey bestu í deildini.

Og kappast, tað gjørdu tær. So væl, at EB/Streymur/Skála vann greipuna í bæði 2017 og 2018, og harvið steðgaði víðagitna sigursrøðin hjá KÍ.

Nakrar av stjørnunum tá vóru Heidi Sevdal, Ansy Jakobsen og Margunn Lindholm. Tær eru nú allar farnar til NSÍ saman við eini røð av øðrum spælarum. Aðrar vóru Birna Mikkelsen, Rakul Magnussen og Durita Hummeland. Síðstnevnda spælir nú fyri KÍ, meðan barnsburður ger tað ivasamt, hvussu nógv hinar báðar vera at síggja á vøllinum í ár.

Stórur partur av álitinum liggur tí á roynda landsliðsmálverjanum Annu S. Hansen, sum nú 21-ára gomul er aldursforseti á liðnum, og so sjálvandi eisini á Leu Lisberg sjálvari, hóast hon bert er 18 ára gomul.

– Liðið hjá okkum er rættiliga ungt, men vit hava nógvar raskar og sera dugnaligar leikarar. Tað einasta, sum vit veruliga mangla, eru royndirnar, og tær fáa vit so nú við at blíva við at spæla og byggja liðið hjá okkum upp, sigur ungi miðvallarin.

Tolin trívst
Eingin spælari er komin til EB/Str/Skála úr øðrum felag í ár, men nakrar hava funnið gaggurnar fram aftur eftir ein steðg, eitt nú Íðunn Magnussen og áðurnevnda Birna Mikkelsen, sum báðar hava drúgvar royndir og styrkja liðið munandi. Hetta, saman við góða hugburðinum á liðnum, gevur Leu Lisberg góðar vónir til framtíðina, hóast hon ikki spáar liðið at enda ovast í deildini.

– Vit fara á vøllin hvørja ferð fyri at gera okkara besta. Vit kunnu taka stig frá øllum, og tað ætla vit okkum eisini. Fáa vit nakrar av teimum royndu við eisini, so ger tað okkum so øgiliga nógv betri fyri. Vit eru tilvitaðar um, at tað tekur tíð at byggja eitt sterkt lið upp frá grundini, og vit trúgva fult og fast uppá, at tað kann eydnast okkum, um vit bara halda saman og halda fram, sigur Lea Lisberg at enda.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar sunnudagin, og í fyrsta umfari skal EB/Streymur/Skála til Runavíkar at spæla ímóti NSÍ. Dysturin byrjar kl. 15.