Í samband við landsdystin á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45 millum Føroyar og Ungarn, skipar FSF fyri Instagram kapping. Vinningurin er tveir ferðaseðlar við Atlantic Airways til Lissabon
Í kvøld klokkan 19:45 verður HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ungarn floytaður í gongd á Tórsvølli.

Í hesum sambandi skipar FSF fyri Instagram kapping. Øll tey, ið taka eina mynd í samband við dystin, og síðani leggja hana á instagram við frámerkinum #førung, eru við í kappingini um tveir ferðaseðlar frá Atlantic Airways til Lissabon í Portugal.

Vinnarin verður kunngjørdur á Facebook og Instagram síðunum hjá FSF mikudagin 7. september.