Í samband við Football For Friendship átakið leita vit eftir einum 12 ára gomlum, id hevur áhuga fyri fótbólt og fjølmiðlum. Hesin sleppur at umboða Føroyar sum miðlafólk í samband við Football For Friendship tiltakinum, ið verður í Moskva frá 8. til 15. juni 2018

Endamálið við Football For Friendship tiltakinum er samantvinna børn úr øllum heiminum í samband við HM í summar. Tvey børn úr hvørjum landið sleppa at luttaka, ein fótbótlsleikari og eitt miðlafólk.

 

Uppgávan hjá føroyska miðlafólkinum er at savna inn kunning, gera samrøður við javngamlar spælarar og taka myndir.

 

Luttakarin og ein vaksin fáa goldið ferðing og uppihald. Saman við hesum, luttekur eisini eitt umboð fyri FSF og einum fótbóltsleikari í sama aldursbólkið.

 

Vit fara at finna føroyska luttakaran í samband við landsdystin ímóti Íslandi á Tórsvølli týsdagin 10. apríl 2018. Í samband við landsdystin, so upptaka vit eitt video á 15-20 sek., har tú skalt greiða frá, hví tú skalt sleppa at luttaka í Football For Friendship 2018 (á enskum). Hetta fer fram frá kl. 16:00 til 17:00 á Tórsvølli.

 

Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru hesar

– Tú ert føddur í tíðarskeidinum apríl 2005 til september 2006

– Tú skalt duga at skriva og tosa enskt

– Tú skal hava møguleika at fara til Moska 8. til 15. juni 2018

– Tú skalt hava fingið loyvið frá foreldrum / verja

– Tú skalt hava áhuga fyri fótbóltið og fjølmiðlum

– Fyri nærri kunning er møguleiki at ringja tel. 26 36 36

 

Møguleiki er at lesa meira um Football for Friendship her: https://www.gazprom-football.com/en/f4f18/news/detail/46.htm

 

https://www.facebook.com/FootballForFriendship