Gibraltar tekur fyri fyrstu ferð móti føroysku kvinnunum í vinardysti, tá A-landsliðið fer á venjingarlegu um ein knappan mánað


Kvinnulandsliðið setur hol á nýggja árið við einari venjingarlegu í Marbella í Spania 13. til 21. februar, og í hesum sambandi er dystur móti Gibraltar á skránni. Gibraltar hevur tikið stór fet á kvinnusíðuni seinastu árini, men liðið hevur enn ikki tikið lut í undankappingunum til EM og HM. Dysturin móti Føroyum er tí eitt tekin um, at gibraltarar ætla meira við sínum kvinnum og helst eisini skjótt vera at síggja í stóru undankappingunum.

Dysturin móti Gibraltar verður spældur á Victoria Stadium sunnudagin 20. februar, og kvinnurnar spæla harumframt eisini ein annan vinardyst hósdagin 17. februar, sum kunnað verður nærri um seinni.

Skráin hjá kvinnulandsliðnum í 2022 sær fyribils soleiðis út:

13.-21. februar: Venjingarlega í Marbella við tveimum vinardystum
8. apríl: Ungarn – Føroyar, HM undankapping
20.-28. juni: Norðurmakedónia – Føroyar, tveir venjingardystir
2. september: Føroyar – Ukraina, HM undankapping
6. september: Føroyar – Skotland, HM undankapping
3.-11. oktober: Baltic Cup í Estlandi