Fótbóltssamband Føroya søkir eftir fýra fótbóltsmennarum í fulltíðarstarv til burturav at menna ungar føroyskar fótbóltsleikarar. Freistin at søkja er týsdagin 6. september
Føroyskur fótbóltur tekur í næstum eitt týðandi og søguligt fet fram á leið, tá ið Fótbóltssambandið setur fýra fótbóltsmennarar í fulltíðarstarv. Uppgávan hjá teimum fýra verður at menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring landið.
Feløgini verða býtt millum mennararnir, og við støði í avbjóðingunum hjá hvørjum felag sær, skulu mennararnir hjálpa til at menna og vegleiða venjarar, eitt nú við at leggja dent á ávísar venjingar, og skipa menningina í síni heild.
Umframt at virka í feløgunum, so koma mennararnir at røkja nakrar uppgávur sum U-landsliðsvenjarar. Á henda hátt ger starvið ta grundleggjandi fótbóltsmenningina hjá leikarunum til eina samanhangandi heild. Sum ungdómslandsliðsvenjari fært tú høvi at arbeiða við úrvalsleikarum, og tú sleppur at royna teg í altjóða fótbólti.
Føroyskur fótbóltur hevur ment seg nógv tey seinnu árini. Fótbóltssambandið hevur ta greiðu áskoðan, at skal føroyskur fótbóltur mennast enn meira og støðið hækkast munandi, so mugu førleikarnir hjá okkara ungu leikarunum mennast á ungum árum. Tí ræður um at finna tað rætta mennaraliðið, sum er til reiðar at taka á seg uppgávuna og fara til verka við góðum treysti. Endamálið er at bróta upp úr nýggjum og miðvíst lyfta føroyskan fótbólt upp á hægri stig.
Okkum tørvar
Tú vilt fyrst og fremst menna føroyskan fótbólt. Arbeitt verður við langtíðarmálum. Harumframt ert tú fúsur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber í sær. Starvið krevur nógva ferðing innanlands, umframt kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Av tí at tú í stóran mun fert at arbeiða sjálvstøðugt, krevst at tú torir at taka avgerðir.
Tað er ein fyrimunur, um tú:
• hevur hóskandi venjaraútbúgving
• hevur aðra viðkomandi útbúgving
• hevur royndir við ungdómsarbeiði
• hevur góð samstarvsevni
• ert væl skipað/-ur
• dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
• hevur telduførleikar á brúkarastigi
• hevur koyrikort
Vit bjóða tær
Tú verður partur av einum toymi, sum ikki hevur sín líka í Føroyum. Tú sleppur at sameina, tað at skipa menningararbeiði og altjóða uppgávur. Arbeiðið verður sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur í toyminum og samskiftir dagliga við tann tekniska stjóran í Fótbóltssambandinum. Tú fært góðar umstøður at røkja starvið, og lønin verður sambært avtalu.
Umsókn og freist
Ert tú áhugað/-ur í størvunum, send so eina umsókn við prógvum og viðmælum til [email protected] og skriva, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum fótbóltsmennari. Freistin at søkja er 6. september 2016.
Hevur tú spurningar í sambandi við størvini, kanst tú venda tær til Pætur S. Clementsen, tekniska stjóra, á telefon 29 19 64 ella um teldupost [email protected].