Løgmanssteypið 2026 (kvinnur)
Fyri Óluvu Allansdóttir Joensen og hinar í KÍ verður ikki hugsað um favoritleiklutin undan finaluni ímóti HB í morgin. Men tað er kortini eingin ivi um, at klaksvíkskvinnur ynskja hevnd fyri tapið í finaluni í fjør.
– Áðrenn eina finalu er nærum líka mikið hvussu stigatalvan í landskappingini sær út, sigur Óluva millum annað í samrøðu við FSF varpið.
Finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður á Tórsvølli í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 18:30. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.