Jónas Tór Næs vónar, at føroyska landsliðið kann geva málverjanum, Gunnari Nielsen trý stig í 31 ára føðingardagsgávu leygardagin

– Tá vit spældu í Lettlandi í fjør, hevði Gunnar 30 ára føðingardag, og tá góvu vit honum trý stig í gávu. Nú fyllir hann 31 ár, og vónandi kunnu vit geva honum trý stig aftur hesaferð. Men tað verður als ikki lætt, segði Jónas Tór Næs á tíðindafundi fríggjadagin.

 

Leygardagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta dystin í undankappingini til HM 2018. Mótstøðumenninir hesaferð eru úr Lettlandi, og um hugt verður eftir úrslitinum fyri einum ári síðani, tá Føroyar vunnu 2-0 í Lettlandi, eru vónirnar góðar.

 

Men venjarin og spælararnir eru fult greiðir yvir, at enn einaferð stendur ein torførur dystur fyri framman, og skal tað eydnast okkum at fáa stig burturúr, so skal føroyski innsatsurin vera 100 prosent frá øllum.

 

Føroyski hópurin hevur verið samlaður síðani týsdagin. Fimm venjingar, umframt fundir, hava verið á skránni, og sum heild eru allir væl fyri. Seinnapartin fríggjadagin varð tíðindafundur hildin í FSF-húsinum, og hóast eingin føroyskur fjølmiðil møtti til tíðindafundin, so nýttu Lars Olsen, Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs høvið at tosa við sjónvarpsrásina hjá UEFA, sum framleiðir dystin, og sum sendir myndir frá millum annað tíðindafundinum til útlendskar sjónvarpsrásir.

 

– Vit gleða okkum til dystin, men eru eisini sannførdir um, at hetta verður ein torfør uppgáva. Vónandi geva allir alt teir eiga, og eitt sindur afturat. Tí tað krevst, um vit skulu fáa nakað burturúr, segði Lars Olsen.

 

Fyri spælararnar verður talan eisini um eina stóra og torføra uppgávu, og tað er av stórum týdningi, at okkara eru væl fyrireikaðir at taka ímóti lettum á Tórsvølli.

 

– Lettland vil heilt sikkurt hevna tapið í Riga fyri einum ári síðani. Tað skulu vit vera fyrireikaðir uppá, men við hjálp frá okkara fantastisku áskoðarum kunnu vit vónandi fáa stig aftur hesaferð, segði Gunnar Nielsen.

 

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Lettland verður floytaður í gongd klokkan 17:00. Tað er um at vera útselt til dystin, men tó so, í veranda løtu eru eini 100 atgongumerkir eftir, sum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Jónas Tór Næs, Lars Olsen og Gunnar Nielsen – Mynd: Hans Erik Danielsen