Fyri fyrstu ferð í ungu søgu felagsins, vann Víkingur leygardagin sítt fyrsta føroyameistaraheitið í bestu deildini hjá monnum

Føroyska landskappingin hjá kvinnum og monnum er nú liðug, og síðstu bóltarnir eru sparkaðir. Men sum hetta árið hilnaðist, so eru tað uttan iva fleiri, ið longu eru farin at gleða seg til kappingarárið 2017.

Í kappingini hjá kvinnum gjørdist tað KÍ, ið aftur í ár, seytjandi árið á rað, sum vann føroyameistaraheitið. Klaksvíkskvinnur fingu harða kapping frá felagsliðnum hjá EB/Streymi/Skála, men tá avtornaði endaði KÍ við 54 stigum, seks stig fleiri enn EB/Streymur/Skála.

Hjá monnunum gjørdist talan um eina javna kapping, ið ikki varð avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegnum. Víkingur og KÍ stríddust um FM, og tá Dagfinn Forná, dómari, floytaði fyri seinastu ferð í dystinum á Argjum millum AB og Víking, kundu teir úr Eysturkommunum taka ímóti FM-steypinum. Víkingur vann 3-1 á AB, og kom upp á 61 stig, meðan KÍ, sum eisini vann 3-1 í seinasta dystinum, á útivølli ímóti ÍF, endaði við 60 stigum.

AB og B68 mugu tungu leiðina niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár, meðan EB/Streymur og 07 Vestur flyta upp.

Endaliga støðan: 1. deildi kvinnur 2016

 

Endaliga støðan: EFFO-deildin 2016

 

Endaliga støðan: 1. deild menn 2016