Týskvøldið vórðu seinastu dystirnir í 7. umfari í Betri Deildini hjá monnum spældir. Víkingur vann 3-1 á AB, og NSÍ vann 2-1 á B36. Her ber til at síggja øll málini í nevndu dystum

Seinastu dystirnir í 7. umfari í Betri Deildini hjá monnum vórðu spældir týskvøldið. Í mjørkanum á Argjum vann Víkingur 3-1 á AB, meðan NSÍ á heimavølli vann 2-1 á B36.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini í dystunum millum AB og Víking, og NSÍ og B36. umframt brotssparkið, ið málverjin hjá argjamonnum, Mattias Lamhauge bjargaði, tá Sølvi Vatnhamar royndi seg úr ellivu metrum. Sølvi fekk tó møguleikan aftur ímóti dystarenda, og tá hilnaðist betri hjá leirvíkinginum.

 

8. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður sunnudagin 5. mai. Tá møtast liðini soleiðis: B36 – ÍF, TB – NSÍ, AB – KÍ, Skála – Víkingur og EB/Streymur – HB.