Leygarkvøldið klokkan 19:45 verður fótbóltsárið 2018 formliga sparkað í gongd, tá árligi stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri verður spældur
Sum undanfarin ár verður dysturin spældur á Tórsvølli, og hesaferð eru tað eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ, ið møtast. Víkingur vann í fjør annað árið upp í slag føroyameistaraheitið og NSÍ vann á B36 í finaluni um Løgmanssteypið.
Hjá teimum í Víkingi er tað mestsum blivið fastur siður at spæla stórsteypadyst, tí hetta er sætta árið á rað, at Víkingur er partur av hesum dysti – í ár og í fjør sum føroyameistari og hinar fýra ferðirnar sum steypavinnari. Víkingur vann forrestin í fjør stórsteypið til ognar, sum kappast hevur verið um síðani 2007, so í ár er nýtt steyp fingið at kappast um.
NSÍ hevur ikki so ofta spælt stórsteypadyst, man var í honum í 2008, eftir at felagið árið fyri hevði vunnið sítt fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheiti. Nú skulu runavíkingar so royna seg sum steypavinnarar.
Reglurnar eru tær, at somu treytir eru galdandi fyri stórsteypadystin sum fyri vanligar dystir, og hóast gul kort fella burtur eftir dystin, verða reyð kort hangandi til fyrstkomandi dyst.
Pengar til Frælsi
Stórsteypadysturin er eitt felags átak hjá Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandi Føroya, sum hevur til endamáls at fáa avgreitt stórsteypadystin sum tann fyrsta í kappingarárinum, samstundis sum pengar verða samlaðir inn til eitt gott endamál.
Lions Club hevur í tí sambandi gjørt av, at allur ágóðin frá dystinum millum Víking og NSÍ leygarkvøldið skal fara til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, sum er fyrsta viðgerðartilboð her á landi til ung millum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar av rúsevnum.
Tað er Frelsunarherurin, ið stendur fyri virkseminum á viðgerðarheiminum á Eiði, og tað merkir millum annað eisini, at Frælsi tann vegin hevur atgongd til vitan og ráð innan viðgerð úr Norra, har tey hava drúgvar royndir við ungdómsviðgerð.
Atgongumerkini kosta 80 krónur, men ikki er óvanligt, at fólk velja at leggja fleiri pengar eftir seg, tí tey fegin vilja stuðla góða endamálinum, og tað eru fyrireikararnir takksamir fyri. Í hálveikinum verður ein kaffimunnur at fáa í FSF-húsinum.
Stórsteypadystir
2007: B36-HB 1-1 (1-1) (B36 vann 5-3 eftir brotssparkskapping)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0)
2009: EB/Streymur-HB 1-3 (0-1)
2010: HB-Víkingur 2-1 (1-0)
2011: HB-EB/Streymur 0-2 (0-1)
2012: B36-EB/Streymur 1-2 (1-0)
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0 (1-0)
2014: HB-Víkingur 1-2 (0-1)
2015: B36-Víkingur 3-3 (2-2) (Víkingur vann 5-3 eftir brotssparkskapping)
2016: B36-Víkingur 0-1 (0-0)
2017: Víkingur-KÍ 2-1 (1-0)
Vinnarar síðani 2007
4 – Víkingur
3 – EB/Streymur
2 – HB
1 – NSÍ
1 – B36