Víkingur og KÍ møtast leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvølli í stórsteypadystinum, ið er sjálv byrjanin upp á kappingarárið 2017, samstundis sum pengar verða savnaðir til vælgerandi endamál

Tíðindaskriv: Hilmar Jan Hansen / Einslistir

Fyri ellivtu ferð á rað skipa Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum fyri stórsteypadysti í fótbólti, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar, sum í ár eru ávikavist Víkingur og KÍ, ið eisini vóru tey bæði fremstu í bæði lands- og steypakappingini í fjør.

 

Liðini møttust í steypafinaluni í fjør, sum endaði við javnleiki 1-1 eftir vanliga leiktíð og umdyst, og tað var ikki fyrr enn eftir níggju brotsspørk, at KÍ stóð sum vinnari. Og í landskappingini var Víkingur eitt stig framman fyri KÍ, tá øll 27 umførini vóru spæld.

 

Meðan hetta er fyrstu ferð, KÍ spælir stórsteypadyst, er talan um fimta dystin á rað hjá Víkingi, ið eisini hevur møguleikan at vinna steypið til ognar. Víkingur og EB/Streymur hava síðstu tíggju árini vunnið tríggjar ferðir í part, og tað liðið, sum megnar at vinna fýra ferðir, fær Stórsteypið til ognar.

 

Hini liðini, sum hava vunnið stórsteypadystir síðani 2007, eru HB við tveimum sigrum og B36 og NSÍ, sum hava vunnið hvør sína ferð.

 

Stuðla Team Rynkeby

Sum vant er talan um eitt vælgerandi tiltak, og Lions Club í Føroyum hevur gjørt av, at ágóðin frá Stórsteypadystinum hesaferð skal fara til Team Rynkeby Føroyar.

 

Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði, sum síðani 2002 á hvørjum sumri hevur súkklað stívliga 1.200 kilometrar til París fyri á tann hátt at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

 

Tilsamans fevnir Team Rynkeby fevnir um 1.700 súkklarar og 450 hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi, og føroyingar hava síðani 2014 havt sítt egna lið, Team Rynkeby Føroyar.

 

Øll søla av atgongumerkjum og alt tað, sum annars kemur inn í sambandi við Stórsteypadystin, sum altso verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19, fer óskert til góða endamálið.