FSF Varpið: Her ber til at síggja U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Georgia, sum endaði við 3-1 sigri til Føroyar

– Hetta er annar dysturin á rað, at spælararnir avrika framúr væl, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri. Eg eri eisini sera væl nøgdur við góðu gongdina, sum vit eru í nú, og fyri tað hava allir í hópinum stórt rós uppiborið, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í fjórða dystinum í undankappingini til EM 2019, eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa fulla úrtøku. Georgia var á vitjan á Tórsvølli, og úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar, sum eisini var støðan í steðginum.

 

Meinhard Olsen legði Føroyar á odda tá 22 minuttir vóru spældir, og bara fýra minuttir seinni økti Jákup L. Thomsen um føroysku leiðsluna. Men tað gingu bara tríggir minuttir, so var Teit Jacobsen óheppin og beindi bóltin í egi mál. Teit var kortini skjótur at gera skaðan góðan aftur, og stutt fyri hálvleik skoraði Teit Jacobsen til 3-1 fyri Føroyar.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur nú 4 stig, og eru nummar trý í bólkinum. Danmark er fremst við 9 stigum, Pólland hevur 7 stig, Føroyar 4, og Litava hevur 3 stig. Næstaftast er Finnland við tveimum stigum, meðan Georgia er aftast við ongum stigi.

 

FSF Varpið sendi U21-landsdystin millum Føroyar og Georgia beinleiðis á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og niðanfyri ber til at síggja allan dystin. Niels Petersen er frásøgumaður, og afturat sær hevur hann Áka Johansen, ið er viðmerkjari.