Her ber til at síggja málini í 2-1 sigrinum á Slovakia. Málskjúttar vóru Tórur Jacobsen og Hanus Sørensen. Úrslitið hevur við sær, at føroyska liðið skal til EM-endaspælið í summar

– Hetta var heilt ótrúligt. Eg havi ringt við at finna røttu orðini beint nú, men tað er ein fantastiskt kensla, sum vit standa við aftaná hendan dystin, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.

 

Málsetningurin var greiður undan seinasta dystinum í Úrvalskappingini á Kýpros. Føroyska liðið skuldi vinna, um teir skuldu hava nakran kjans at tryggja sær 2. plássið í bólkinum. Tó var eisini ein treyt, at Írland ikki tapti á Kýpros.

 

Endin varð, at Føroyar vunnu 2-1 á Slovakia, og Írland vann 2-0 ímóti Kýpros. Sostatt skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum tað fyrsta nakrantíð, til eitt EM-endaspæl.

 

MYNDIR frá dystinum Føroyar – Slovakia 2-1

 

EM-endaspælið verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.

 

Her ber til at síggja málini í dystinum millum Føroyar og Slovakia