Tríggir dystir í Betri Deildini hjá monnum eru spældir um ólavsøkuna, og við 2-0 sigri á HB, syrgdi NSÍ fyri, at stríðið um oddasessin harðnaði

Tíggju mál blivu skoraði í teimum trimum dystunum í Betri Deildini hjá monnum, sum hava verið á skránni um ólavsøkuna.

 

Fríggjadagin vann TB/FCS/Royn tryggan 4-0 sigur í mjørkanum á Argjum, og í Klaksvík vann heimaliðið 3-1 á Skála. Triðji dysturin var ólavsøkuaftan, tá HB tók ímóti NSÍ. Og við 2-0 sigri á oddaliðnum syrgdu runavíkingar fyri, at stríðið um oddasessin er harðnað.

 

Fyri góðum mánaði síðan spældu Víkingur og EB/Streymur fyrsta dystin í 16. umfari. Úrslitið gjørdist 3-1 til Víking. Dysturin millum B36 og 07 Vestur er útsettur vegna Europa League luttøku hjá B36. Nær dysturin verður spældur, er ikki endaliga greitt enn.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja tey tíggju ólavsøkumálini 2018.